Arbeiðið í Altjóða Oyggjaleikanevndini

15 Apr
April 15, 2012


Seinasta summar varð fyrrverandi ÍSF-forsetin Sølvi Reinert Hansen valdur inn í starvsnevndina í Altjóða Oyggjaleikafelagsskapinum, International Island Games Association.

Fyri einum tveimum vikum síðani luttók Sølvi á sínum fyrsta nevndarfundi – í Visby á Gotlandi.

Nevndin í IIGA sendi tíðindaskriv út eftir fundin, men heimasíðan hjá ÍSF hevur í hesum sambandi eisini gjørt samrøðu við Sølva um arbeiðið í IIGA og komandi oyggjaleikir.

Hvussu er dagliga arbeiði í IIGA?
Dagliga samskiftið í nevndini er fyri tað mesta við telduposti. nevndin hevur ein aðalskrivara, sum tekur sær av samskipan av nevndararbeiðinum. Síðani verða teldupostir sendir aftur og fram, tá okkurt mál er, sum skal viðgerast.

Í samband við aðalfundirnar hvørt summar er ein nevndarfundur áðrenn og ein aftaná sjálvan aðalfundin, eftirsum nevndin tá er savnað til aðalfundin.

Ymsar undirnevndinir kunnu eisini arbeiða við onkrum ítøkiligum máli. Sjálvur eri eg formaður í eini undirnevnd, sum ger uppskot til broytingar í reglunum fyri, hvør kann umboða eina limaoyggj á Oyggjaleikunum.

Síðani er ein nevndarfundur um várið, har tikið verður samanum tey mál, sum arbeitt hevur verið við síðani seinasta aðalfund. Í ár høvdu vit hendan fundin í Visby.

Hvussu bar tað til, at tit høvdu nevdarfundin á Gotlandi?
Upprunaliga varð tosað um at hava fundin í Føroyum, men ítróttamyndugleikarnir á Gotlandi ynsktu, at nevndin skuldi vitja har, í samband við at Gotland ynskir at skipa fyri Oyggjaleikunum í 2017.

Hvør luttekur á einum slíkum fundi?
Á fundinum luttóku Jörgen Petterson, form. úr Álandi, James Johnston, varaform. úr Hetlandi, Robert Mcginnigle, peningarøkil úr Jersey, nevndarlimirnir Andy Varnom, Isle of Man, Anu Vares, Saareemaa, og eg sjálvur, aðalskrivarin Kay Batty av Isle of Man, umboð fyri komandi leikirnar Paul Scope av Bermuda, og umboðini fyri høvuðsstuðulin NatWest, John Lindon og Jeremy Whitsey frá NatWest.

Hvussu sær ein skrá til ein slíkan nevndarfund út?
Skráin var sera rúgvusmikil. M.a. vórðu ymisk mál umrødd sum fyrireiking til aðalfundin í summar, broytingar í lógunum hjá IIGA og í reglugerðunum fyri ymisku ítróttagreinirnar á Oyggjaleikunum. Eisini varð tosað um eftirmetingina av leikunum á Isle of Wight seinasta summar, og hugt frameftir til komandi leikir á Bermuda, Jersey o.s.v. Ein partur av vitjani snúði seg eisini um møguligu leikirnar í Gotlandi í 2017, og vórðu ymiskir fundir hildnir við Gotlendskar myndugleikar í hesum sambandi.

Hvat var innihaldið í fundunum við gotlendsku myndugleikarnar?
Umboð fyri gotlendska landspartastýrið og gotlendska ítróttasambandið greiddu á fleiri fundum frá, hvussu tey ætlaðu at skipa fyri leikunum í 2017. Tey greiddu frá, hvørjar ítróttagreinir, tey ætlaðu at bjóða fram, hvar á oynni hesar skuldu íðkast, og hvar neyðugt var at gera broytingar í mun til verandi anlegg. M.a. greiddu tey frá einum nýggjum depli við multihøll, sum tey ætlaðu at gera í útriðini av Visby, og einari nýggjari svimjihøll. Vit vitjaðu eisini ítróttaranlegg og ætlaði gistingarstøð.

Er Gotland til reiðar at skipa fyri leikunum í 2017?
Í stóran mun, ja. Tey hava tvær svimjihøllir – eina við 6 geilum sunnantil á oynni og eina 50-ára gamla við 5 geilum í Visby. Tey ætla sær at gera eina nýggja nútímans svimjihøll í Visby, men hon er hvørki staðfest ella endaliga projekterað enn. Í so máta vóru boðini frá nevndini í IIGA greið. Tá oygjaleikirnir verða útlutaðir, verður gingið út frá verandi ítróttaranleggum. Um ikki anleggini eru í gerð og fíggingin í lagi, verða tey ikki tikin við í viðgerðina, tá leikirnir skulu útlutast.

Hvussu gongst við fyrireikinugunum til oyggjaleikirnar á Bermuda?
Umboðið frá Bermuda greiddi frá fyrireikingunum. M.a. er ein nýggjur uttandura svimjihylur er í gerð, sum verður 25×50 metrar til støddar. Stóra avbjóðingin á leikunum á Bermuda er prísurin – bæði flutningur og innivist. Tí arbeiða fyriskipararnir við at fáa prísin niður. Nógv hotell eru á Bermuda, men fyri at fáa prísin niður hava fyriskipararnir nú skaffa innivist á skúlum og á einari hernaðarlegu. Samstundis verður arbeitt við at samskipa flutning til Bermuda, soleiðis at bíligasta loysnin kann finnast.

Hvussu nógv ítróttafólk væntast at luttaka?
Fyribils tølini eru um 1.800 ítróttafólk í mun til omanfyri 3.000 á Isle of Wight. Men fyriskipararnir vóna, at fleiri fara at koma, tá betri greiða fæst á prísinum.

Hvussu við leikunum í Føroyum aftur?
Nevndin í IIGA arbeiðir við at broyta útlutingarmannagongdina frá at vera eina kapping millum áhugaðar oyggjar til at gerast ein listi, sum áhugaðar oyggjar koma uppá. Nevndin skal so bara kanna, um oyggjar, sum bjóða seg fram, eru førar fyri at fyriskipa leikunum. Føroyar hava víst áhuga fyri leikunum, og koma tí á hendan listan, um aðalfundurin staðfestir broyttu mannagongd.

Hjá Føroyum er neyðugt at melda út skjótt, hvørjar ítróttagreinir vit kunnu bjóða fram. Fólkini í IIGA hava drúgvar royndir við at meta um førleikan hjá oyggjum at skipa fyri leikunum. Tí viga meiri ella minni ivasamar ætlanir um ítróttaanlegg v.m. einki. Um tú ikki ert farin í gongd við at grava og hevur fíggingina uppá pláss – verður ikki gingið út frá, at tú hevur tey anleggini.

Avgerðin hjá Ítróttadómstólinum

13 Apr
April 13, 2012

Úrskurður Ítróttadómstólsins viðvíkjandi kæru frá Neistanum (pdf)

Tíðindaskriv frá International Island Games Association

09 Apr
April 9, 2012


Starvsnevndarfundur, Visby, Gotland. 22.-25. mars 2012

Starvsnevndin í Altjóða Oyggjaleikafelagsskapinum (IIGA) helt sín árliga várfund í Visby á Gotlandi.

Gotland, ið var vertur fyri fyrstu “NatWest Oyggjaleikunum” í 1999, tá NatWest byrjaði sína navnastuðulsavtalu við IIGA, er tann einasta limaoyggin, ið hevur boðað frá áhuga í at fyriskipa Oyggjaleikunum í 2017.

Afturat vanligu dagsskránnið hevði starvsnevnin fundir við umboð fyri almennu myndugleikarnar á Gotlandi – Region Gotland, borgmeistaran Åke Svensson, fyrireikingarnevndina fyri 2017-leikirnar, Ítróttasambandi á Gotlandi og onkrar at ítróttagreinunum, sum tey ætla at fyriskipa í 2017, fyri at tosað um uppleggið til leikirnar. Vitjað varð á fleiri av ítróttaanleggunum og ætlaðu gistingarstøðunum.

Jörgen Pettersson, formaður í starvsnevndnini í Altjóða Oyggjaleikafelagsskapinum, segði: “Vit fegnast um, at vit fingu staðfest tað, vit longu vistu. Gotland er til reiðar og ført fyri at skipa fyri Oyggjaleikunum í 2017. Gotland hevur vitanina, infrastrukturin og ein sterkan vilja til at skipa fyri leikunum aftur.”

Paul Scope, sum umboðar komandi fyriskiparan, Bermuda, í starvsnevndini, gav nevndini eina gjølliga frágreiðing um fyrireikingarnar til 2013 NatWest Oyggjaleikirnar á Bermuda. Talið av luttakandi ítróttafólkum, sum limoyggjarnar fyribils hava fráðboðað, er 1.800.

Flestu luttakararnir vera í frælsum ítrótti, har allar 24 limaoyggjarnar hava boðað frá luttøku. Men tað er enn ov tíðliga at gera nakrar niðurstøður. Nýggjastu boðini frá fyriskiparunum um lægri kostnað fyri innivist kunnu fara at skapa størri áhuga fyri sólríku og litføgru Bermuda.

Fyrireikingarnevndin á Bermuda arbeiðir miðvíst við at skaffa bíligari innivist. Nýliga vórðu limalondini kunnaði um, at eini 840 sengur eru tøkar í skúlum og hernaðarbarakkum. 400 sengur eru í einum skúla, ið liggur 350 metrar frá National Stadium – hesar kosta umleið £55 – £65 per nátt við 3 máltíðum. 200 pláss í koyggjusongum eru tøk á Regiment Base fyri umleið £35 – £45 per nátt við einari máltíð. 240 pláss eru tøk í tveimum skúlum fyri umleið £40 – £50 per nátt við einari máltíð. Hetta er sera bíligt! Leikirnir á Bermuda geva limaoyggjunum ein serstakan møguleika at vitja hesa limaoyggini hinumegin Atlantshav.

Fyrireikingarnevndin á Bermuda er eisini í samráðingum við ferðaveitarar, ið kunnu hjálpa limaoyggjunum at finna lagaligastu og bíligastu flutningsmøguleikarnar til Bermuda.

Paul Scope hevði hesa heilsanina frá fyrireikarunum: “Vit gleða okkum til at taka ímóti umboðum frá limaoyggjunum og starvsnevndini til kunningarvitjanina og aðalfundin í juli í ár. 2013 NatWest Oyggjaleikirnir verða teir fyrstu okkara megin Atlantshavið, og vit eru vís í, at leikirnir verða sera, sera serstakir.”

Aðalfundurin hjá Altjóða Oyggjaleikafelagsskapinum verður hildin á Bermuda leygardagin 14. juli. Á hesum fundinum fara limaoyggjarnar at taka støðu til vertsoyggina fyri leikirnar í 2017. Eisini skal støða takast til, um starvsnevndin skal fara at leita eftir einari 25. limaoygg. Á kunningarvitjanini fara umboðini fyri limaoyggjarnar eisini at vitja ítróttaranlegg og gistingarmøguleikar, ið eftir ætlan skulu nýtast á leikunum í 2013.

Fimtandu Oyggjaleikirnir verða hildnir á Bermuda í døgunum frá 13. til 19. juli 2013, og verða teir 8. leikirnir við NatWest sum navnastuðli.

Jerry Whitsey, formaður í altjóða CSR-nevndini hjá NatWest, viðmerkti: “Tað er okkum ein frøði at síggja framtíðarútlitini hjá Oyggjaleikunum so bjørt við limaoyggjum sum Gotlandi fúsum at hýsa leikunum í framtíðini. Í tíðum við fíggjarligari óvissu er hetta ein góður boðberi um andan í “The Friendly Games”. Vit í NatWest eru errin av at eiga ein leiklut í at stuðla øllum limaoyggjunum í teirra fyrireikingum til oyggjaleikirnar í Bermuda, ið verða eitt heilt serstakt tiltak, sum vit gleða okkum nógv til.”

Um tú vilt vita meiri, kanst tú vitja: www.natwestislandgames2013.com og www.iiga.org ella www.islandgames.net

Tú ert eisini vælkomin at seta teg í samband við:

Jorgen Pettersson, formann í IIGA (+3584573135640, jorgen.pettersson@aland.net) ella Jon Beard, formann í Bermuda 2013 fyrireikingarnevndini (+14415059901, jbeard@saltus.bm)

Evniskvøld 29. marts 2012 í Kollafjarðar skúla

20 Mar
March 20, 2012

Hóskvøldið 29. marts 2012 ÍSF fyri evniskvøldi í Kollafjarðar skúla. Tiltakið er ætlað nevndarlimum og ábyrgdarfólkum í ítróttafeløgunum í Norðurstreymoy.

Endamálið við hesum tiltakið er at kunna feløgni um ÍSF. Evnini, sum verða tikin upp, eru m.a.: Bygnaðurin í ÍSF, skattaviðurskifti hjá ítróttafeløgum, etisku leiðreglurnar,doping, skrásetingarskipanin, tryggingarviðurskiftir, rúsdrekka- og rúsevnapolitikkur, skeiðsvirksemi, leikmeti o.a.

ÍSF hevur sett sær sum mál at koma út til øll økini í landinum at kunna um virksemi hjá ÍSF.

Tiltakið byrjar klokkan 19 og er í umleið 2 tímar.

ÍSF hevur sent skriv til feløgini um hetta tiltak, og vóna vit at nógv møta.

Evniskvøld 29. marts í Kollafjarðar skúla

20 Mar
March 20, 2012

Hóskvøldið 29. marts skipar ÍSF fyri evniskvøldi í Kollafjarðar skúla. Tiltakið er ætlað nevndarlimum og ábyrgdarfólkum í ítróttafeløgunum í Norðurstreymoy

Endamálið við hesum tiltaki er, at kunna feløgni um ÍSF. Evnini, sum verða tikin upp, eru m.a.: Bygnaðurin í ÍSF, skattaviðurskifti hjá ítróttafeløgum, etisku leiðreglurnar,doping, skrásetingarskipanin, tryggingarviðurskiftir, rúsdrekka- og rúsevnapolitikkur, skeiðsvirksemi, leikmeti o.a.

ÍSF hevur sett sær sum mál at koma út til øll økini í landinum at kunna um virksemi hjá ÍSF.

Tiltakið byrjar klokkan 19 og er í umleið 2 tímar.

ÍSF hevur sent skriv til feløgini um hetta tiltak, og vóna vit at nógv møta.

Ítróttasamband Føroya fær elektróniska skrásetingarskipan

09 Mar
March 9, 2012


Ítróttasamband Føroya, sum varðar av føroyskum ítrótti, er skipað í 16 sersambond við tilsamans 115 ítróttafeløgum. Í ítróttafeløgum eru nógvir limir. Hvussu nógvir, hvussu kynsbýtið og aldursbýtið er, og hvørt teir eru virknir ella ikki tað vita vit ikki.

Hetta eru áhugaverdir upplýsingar, ið ítrótturin ynskir at skráseta í eina felags elektróniska skrásetingarskipan.

Ein bólkur úr ítróttaumhvørvinum, umboðandi ítróttafeløg, sersambond og Ítróttasamband Føroya hevur arbeitt við at menna og testa skipanina.

Skipanin er um at vera liðug. Feløg eru nú byrjað at skráseta sínar limir og er tað okkara fatan at hon er løtt at umsita. Hetta fer at lætta um hjá øllum og gevur møguleika fyri, at limagjald og onnur viðkomandi viðurskifti fara umvegis eina og somu skipan. Eisini verður møguleiki at fáa neyðug hagtøl úr skipanini, hagtøl ið kunnu verða góð til ymiskar raðfestingar hjá ítróttinum.

ÍSF er nú farið í gongd við at kunna feløg um skipanina. Ítróttasamband Føroya vónar, at ítróttafeløgini taka væl ímóti skipanini og gera sítt besta fyri at vit røkka málinum.

Eru spurningar, ber til at seta seg í samband við skrivstovuna hjá ÍSF á tlf. 312606 ella á telduposti isf@isf.fo

Skeið fyri venjarum hjá børnum og ungum

29 Feb
February 29, 2012

Skeið fyri venjarum, hjá børnum og ungum
- Ítróttur fyri børn og ung.

 

Tann 13-14 apríl 2012 verður skipað fyri enn einum skeiði fyri venjarum og leiðarum hjá børnum og ungum.

 

Byrjað verður fríggjakvøldið kl. 18.00 til 22.00 og leygardagin kl. 09.00 til 17.00.

Evni:

-          Ítróttanámsfrøði

-          Ítróttaumhvørvi

-          Menning hjá børnum

-          Venjing

-          Trygd og ábyrgd

-          Etikkur og moralur

Skeiðið skiftir ímillum at vera teoretiskt og praktiskt. Leygardagin verður praktisk venjing, so tá er gott við ítróttaklæðum.

Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið verður luttøkubræv útflýggjað.

Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá DIF, Danska Ítróttasambandinum.  Hetta er fyrri partur av Venjara 1.  Skeiðini eru í samsvar við ENSSEE, The European Network of Sports Science, Education and Employment.

Møguleiki er sostatt at byggja víðari upp á skeiðið.

Málbólkur: Venjarar, hjálparfólk og leiðarar hjá børnum og ungum. Øll sum hava áhuga í og ábyrgd av børnum og ungum, sum luttaka í ítrótti.

Hvat fært tú burturúr:

-          Vitan um menningina hjá børnum, fysiskt, psykiskt og samfelagsligt

-          Tú  lærir nakað um námsfrøði, venjingar av ymsum slag, at seta sær mál, um týdningin av góðum ítróttaumhvørvi.

-          Ítøkilig hugskot til spøl og venjing hjá børnum og ungum

 

Upptøkutreytir: Luttakari skal vera 15 ár ella eldri. Tó kunnu vit gera frávik frá regluni um upptøku, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.

Luttøkugjald: Kostnaðurin fyri skeiðið er 250 kr. Íroknað er frálærutilfar og matur. Pláss er fyri 24 luttakarum

Skeiðshaldari: Ulrik Balle, DIF

Tilmelding

Tilmelding er neyðug og tilmeldingarfreistin er fríggjadagin  tann 30 mars. Boðað frá luttøku til skrivstovan@isf.fo.  Tilmeldingin er bindandi.  Meiri fæst at vita frá ÍSF skrivstovuni tlf.: 312606 ella frá Jarvin á telduposti jfh@isf.fo ella á tlf.: 280706

.

Skeið um ítrótt, venjing og skaðar

29 Feb
February 29, 2012

Skeið um Ítrótt, venjing og skaðar

Skeiðið verður 27 og 28 apríl 2012  í ÍSF-húsinum í Havn.  Fríggjakvøldið 27 apríl  kl. 18.00 til 22.00 og leygardagin 28 apríl  kl. 09.00 til 17.00

Innihald
Hví venja?   Og hvussu? Upphiting, anatomi og fysiologi, venjingarprinsippir, undirvísingarprinsippir, ítróttarskaðar, trygd og ábyrgd.

Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið fært tú eitt luttøkubræv.

Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá DIF, Danska Ítróttasambandinum. Møguleiki er sostatt at taka framhaldsskeið. Skeiðini eru í samsvar við ENSSEE, The European Network of Sports Science, Education and Employment.

Undirvísari er Ulrik Balle.

Málbólkur
Venjarar, hjálparfólk, leiðarar og ítróttarfólk.

Hvat fært tú burturúr
Á skeiðnum fært tú vitan ,  hvussu kroppurin virkar,  og hvat ein má taka hædd fyri í samband við venjing. Tú fært grundleggjandi vitan um venjing og fysiologi. Eisini fært tú vitan um,  hvussu ein stórur partur av ítróttarskaðum kunnu fyribyrgjast og um týdningin av rættari uppvenjing, um skaðin er hendur.
Luttakararnir læra eisini at gera eina rætta RICE-viðgerð.

Luttøkukrav:
Krav er at luttarkarirnir hava luttikið á skeiðnum “Ítróttur fyri børn og ung”

Luttøkugjald
Kostnaðurin fyri skeiðið er 400 kr. Íroknað er frálærutilfar og mat.


Tilmelding:
Tilmelding er neyðug og seinasta freist at melda til skeiðið er mikudagin 30 mars 2012  á skrivstovan@isf.fo ella á tlf. 312606 ella 280706.   Meiri fæst at vita frá ÍSF skrivstovuni tlf.: 312606 ella frá Jarvin á telduposti jfh@isf.fo ella á tlf.: 280706. Pláss er fyri 24 luttakarum

 

 

Oyggjaleikirnir aftur til Føroya?

23 Feb
February 23, 2012

Ítróttasamband Føroya ynskir sjálvandi, at kunna verða vertur fyri oyggjaleikirnar í nærmastu framtíð. Vónandi í 2019. Okkara fatan at tað vilja flestu føroyingar eisini.

Men tað krevur, at landspolitikararnir og tess politiska bakland stuðlar og er til reiðar at hjálpa okkum við at skapa fortreytirnar fyri hesum. Og vísa í verki við m.a., at seta pening av og at fáa bygt anleggini, ið mangla. Tí tað er ein sannroynd, at um anleggini ikki eru bygd, so koma vit ikki upp á tal, tá støða skal takast, hvar leikirnir skulu vera.

Hetta er ein sannroynd, og vit hava leingi kent treytirnar fyri at hýsa oyggjaleikum.

Ein avgerðandi treyt fyri at bjóða okkum fram er, at ávís ítróttaranlegg verða gjørd. Fyrst og fremst til golf, tennis, bogaskjóting og byrsuskjóting.

Kommunurnar eru longu farnar í gongd við at gera kanningar og seta pening av.

Vit vóna, at eisini landið vil vera við í strembanini eftir at útvega neyðugu ítróttaranleggini, soleiðis at vit kunnu bjóða okkum fram at hýsa oyggjaleikum og øðrum ítróttartiltøkum her heima eisini.

Somuleiðis skal ein loysn finnast á, hvussu vit kunnu hýsa øllum teimum 2.500 til 3.500 ítróttafólkum, leiðarum, fjepparum og tíðindafólkum, sum koma til slíkar leikir.

Oyggjaleikirnir eru nú vorðnir so mikið stórir, at tøk mugu takast í felag, um Føroyar skulu vera førar fyri at bjóða seg fram sum vertur fyri leikirnar, eins og vit gjørdu í 1989, ið var fyrsta og higartil einasta ferðin, vit hava havt leikirnar.

Tá hugsað verður um, at vit vóru tann mest vinnandi tjóðin á leikunum í Álandi í 2009, og á leikunum í fjør á Isle of Wight stóðu okkum sera væl, er tað heldur ússaligt, at vit ikki kunnu bjóða okkum fram at fáa leikirnar hendanvegin.

SKEIÐ 2012

23 Feb
February 23, 2012

Hesi skeið verða í 2012. Dagfestingar og lýsingar av skeiðnum verða at síggja á www.isf.fo, so skjótt sum hesi eru klár. Til ber at lesa meira um skeiðini undir bjálkanum útbúgving.

Vár 2012
Ítróttur fyri børn og ung (Venjari 1)
Ítróttur og skaðar (Venjari 1)
Skeið fyri kassameistarar

Heyst 2012
Ítróttur fyri børn og ung
Ítróttur, venjing og skaðar
Skeið fyri nevndarlimir
Venjari 2 – Modul 1